Innanlands

Norðurkoreani vitjar Vesturkirkjuna

Fer at greiða frá hvussu tað er at liva sum kristin í afturlatna landinum 

2021-09-07 08:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í kvøld kl. 19 vitjar Timothy Cho Vesturkirkjuna, har hann fer at siga frá hendingum í lívi sínum sum kristin í Norðurkorea.

Ongastaðni í heiminum, siga frágreiðingar, er tað verri at liva sum kristin, enn í Norðurkorea ella at hava aðra meining enn stjórnin í landinum.

Foreldrini hjá Cho máttu flýggja, tá ið hann var smádrongur, og hann endaði úti á gøtuni. Cho hevur sitið fýra ferðir í fongsli og er tvær ferðir flýddur úr Norðurkorea. Ný býr hann í London.

Umframt Cho fer Rói Norðoy, leiðari í Open Doors í Føroyum, at siga frá arbeiði teirra um heimin. Drekka verður aftaná og høvi at hitta Timothy Cho og Róa Norðoy. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder