Uttanlands

Norðurkorea: Fleiri andlát og fleiri hundraðtúsund smittutilburðir

Fleiri hundraðtúsund persónar við koronasjúkueyðkenni fáa viðgerð, og 27 persónar eru deyðir, fáar dagar eftir, at boðini komu um, at korona fyri fyrstu ferð varð staðfest í afturlatna landinum

Hetta er ein stór kreppa, men landið skal nokk koma ígjøgnum hana, sigur norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un (Mynd: EPA)

Hetta er ein stór kreppa, men landið skal nokk koma ígjøgnum hana, sigur norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un (Mynd: EPA)

2022-05-14 14:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár vórðu 21 persónar staðfestir deyðir við fepuri í Norðurkorea, fáar dagar eftir, at landið hevur staðfest fyrstu alment skrásettu koronasmittutilburðirnir.

Les eisini: Korona er nú staðfest í Norðurkorea

Sambært Ritzau er tað enn ikki váttað, at orsøkin til øll hesi andlátini er korona, men eitt koronaandlát varð tó staðfest í gjár.

Norðurkoreanski miðilin KCNA boðar frá, at 280.810 persónar við koronasjúkueyðkenni fáa viðgerð, og at tilsamans 27 persónar eru deyðir, eftir at ein fepursjúka við ókendum uppruna hevur spjatt seg í landinum síðan síðst í apríl.

Landsins leiðari, Kim Jong-un sigur, at smittuútbrotið er ein stór kreppa, men at landið kann klára seg ígjøgnum hana. Norðurkorea kann læra av royndunum hjá Kina, sigur hann.

Kina, ið hevur eina nulltoleransu-hugsjón tá tað kemur til korona, stríðist framvegis við at niðurberja smittubylgjur, hóast nógv onnur lond, harímillum Føroyar, hava slept øllum tiltøkum og eru farin aftur til ein vanligan gerandisdag.

Serfrøðingar siga, sambært AFP, at heilsuverkið í Norðurkorea er millum tey vánaligastu í heiminum, tí har vanta tey bæði vanligan heilivág og útgerð.

Norðurkorea hevur eisini avvíst tilboð frá bæði Kina og Heimsheilsustovninum, WHO um koppingarevni fyri koronu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder