Innanlands

Nógv fólk møttu fyri at síggja Tónalon

Móttøka var í Tofta skúla í gjár, tá nýggju hølini vórðu handað til Musikkskúlan. Kostnaðurin fyri at umvæla hølini liggur um tvær milliónir

Borgarstjórin, Súni í Hjøllum, segði millum annað, at musikkskúlaleiðarin var tann fyrsti, sum kom inn á skrivstovuna, eftir at hann í januar 2021 var komin í borgarstjórasessin. Leiðarin ynskti betri umstøður, og nú er hetta veruleiki (Mynd: nes.fo)

Borgarstjórin, Súni í Hjøllum, segði millum annað, at musikkskúlaleiðarin var tann fyrsti, sum kom inn á skrivstovuna, eftir at hann í januar 2021 var komin í borgarstjórasessin. Leiðarin ynskti betri umstøður, og nú er hetta veruleiki (Mynd: nes.fo)

2023-01-25 19:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðani 2021 hevur verið arbeitt fram ímóti at fáa nýggjar umstøður til Musikkskúlan á Toftum, og nú er komið á mál. 

- Nógv fólk møttu at síggja snotuligu hølini og hoyra tónleikabólkarnar framføra. Eisini nýttu fleiri høvi at bera Nes Sóknar Musikkskúla góðynski.

Hetta skrivar Nes kommuna á heimasíðu sínari um móttøkuna, sum var í Tofta skúla í gjár í sambandi við, at nýggju hølini vórðu handað Musikkskúlanum.

Borgarstjórin, Súni í Hjøllum, sigur, at musikkskúlaleiðarin var tann fyrsti, sum kom inn á skrivstovuna, eftir at hann í januar 2021 var komin í borgarstjórasessin. Leiðarin bar sítt ynski fram um betri hølisumstøður, og síðani hevur verið arbeitt við hesum.

Í fjør varð peningur avsettur til at umvæla gamla køkin í skúlanum til Musikkskúlan. At umvæla í einum gomlum bygningi kann verða avbjóðandi, so kostnaðurin er áleið 1,9 milliónir við øllum, skrivar nes.fo.

Í røðu síni takkaði borgarstjórin eisini øllum fyritøkum og øðrum, sum hava virka til, at Tónalon er vorðin veruleiki: 

Røðan hjá Súna í Hjøllum og fleiri myndir frá tiltakinum síggjast á nes.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder