2024-05-09 07:54
Skeinkistøðini í Havn hava fram til 1. september loyvi at hava opið til klokkan tvey um náttina gerandisdagar, og tað kom væl við í gjár eftir hondbóltsdystin millum Føroyar og Norðurmakedonia, tá tyrstir føroyingar í sigursrúsi skuldu sløkkja tostan.
Løgreglan sigur í morgun, at fitt av fólki var í býnum, og onkra løtu var tað eitt sindur ófriðarligt uttanfyri okkurt skeinkistað, men ikki so mikið, at nakað mál bleiv skrivað.
Fólk vóru úti til klokkan tvey og trý í nátt, og síðan var friðarligt, sigur løgreglan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald