Granskingarverkætlanin hjá Heilsugranskingareindini fevnir um børn, sum eru fødd í tíðarskeiðnum 2020-2022. Higartil eru 276 børn kannað, og 52 teirra hava ikki fingið seinnu MFR-koppsetingina. Hetta svarar til sløk 19 %.
Tølini eru í tráð við niðurstøðurnar í frágreiðing um barnakoppsetingar, sum Heilsustýrið gav út fyrr í ár.
Flestu børnini í granskingarverkætlanini hjá Heilsugranskingareindini hava fingið fyrru MFR-koppsetingina. Fyri at børnini skulu fáa bestu verjuna móti sjúkunum, er umráðandi, at tey eisini fáa seinnu koppsetingina, sigur Heilsustýrið í tíðindaskrivi.
– MFR-koppsetingin verjir móti meslingum, fárasjúku og reydlingum. Sambært føroysku barnakoppsetingarætlanini skulu børn koppsetast tvær ferðir við hesi koppsetingini – fyrstu ferð, tá tey eru 15 mánaðir, og seinnu ferð, tá tey eru 4 ára gomul.
– Hetta hevur eisini týdning fyri tey børn, ið ikki hava aldur til koppsetingina, ella ikki kunnu verða koppsett orsakað av sjúku.
Heilsustýrið mælir foreldrum til at kanna, um børnini hava fingið báðar MFR-koppsetingarnar. Um ein koppseting manglar, ber til at bíleggja tíð hjá kommunulæknanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald