2023-08-10 20:47
            
        
        
                
            Um vikuskiftið skipa nólsoyingar fyri árligu ovastevnuni, og aftur í ár er kirkjan karmur um andaktir, konsertir og guðstænastu, skrivar heimasíðan hjá Fólkakirkjuni.
Byrjað verður longu fríggjakvøldið kl 20.30, tá nólsoyingurin og presturin í Leirum Hanus Pál Jógvansson hevur andakt.
Leygardagurin byrjar 10.30 við morgunsangi og andakt við Emil Olsen, stiftspresti, og fýra kórkonsertir verða eisini í kirkjuni hendan dagin:
- kl. 13.00: Vágakórið og kirkjukórið Ljómur undir leiðslu av Benjamini Gaasedal
 - Kl. 15.00: Tarira undir leiðslu av Bernharði Wilkinson 
 - Kl. 16.00: Fuglafjarða sangkór undir leiðslu av Heðini Kambsdal
 - kl. 17.00: Tórshavnar manskór undir leiðslu av Hanusi Joensen
 
Sunnudagin verður guðstænasta kl. 12 við Anne Mette Greve Klemensen, sóknarpresti.
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald