Innanlands

Nóg mikið við 7.000 fetum um samdøgrið

Nýggj gransking vísir, at gonga meira enn 7.000 fet ikki minkar um vandan fyri at doyggja tíðliga

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-09-07 10:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

10.000 fet hevur í longri tíð verið eitt heitt heilsumál í royndini at fáa nóg mikið av rørslu í gerandisdegnum.

Men nú vísir nýggj gransking, at 7.000 fet er nóg mikið. Tað skrivar blaðið videnskab.dk, sum vísir til grein í Science Alert.

Í nýggju kanningini hava granskarar funnið fram til, at tey fólkinu, sum gingu 7.000 fet um dagin, í miðal vóru í 50-70 prosent lægri vanda fyri at doyggja tíðliga – sammett við tey, ið gingu minni enn 7.000 fet um dagin.

Kanningin er gjørd yvir 13 ár í tíðarskeiðinum 2005 til 2018.

Tilsamans 2.000 fólk vóru við í kanningini. Talan var um eitt bland av monnum og kvinnum úr USA, við einum miðalaldri á 45 ár. Øll høvdu eitt sokalla accelerometer uppi á sær, eins og tey, ið eru í snildfonum.

Tá kanningin var liðug, vóru 72 av teimum 2.000 ikki longur á lívi.

Men granskararnir kundu staðfesta, at vandin fyri at doyggja tíðliga gerst minni, tess fleiri fet luttakararnir gingu um dagin. Men bara til eitt vist.

Tí fetini yvir tey 7.000 vístu seg ikki at hava nakra ávirkan. Tað vísa úrslitini eftir at granskararnir hava stillað og rættað tølini inn í mun til aldur, kyn, upphav, útbúgving, royking og alkoholnýtslu.

Fleiri kanningar hava annars seinastu árini víst, at fleiri daglig fet minka um vandan fyri at doyggja tíðliga.

Granskararnir leggja tó dent á, at 7.000 ikki er eitt endaligt tal, og at tað helst fer at vísa seg, at komandi granskingar í evninum fara at koma við nýggjum tølum, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder