Innanlands

Neyðugt at seta Teistan aftur í sigling

Strandfaraskipið verður tikin av beding í dag og siglur aftur um Skopunarfjørð í morgin. Harvið fer Ternan aftur á Nólsoyðarleiðina. Hetta sigur Jóhan Petur Abrahamsen, virkandi stjóri á Strandfaraskipåum Landsins, við Kringvarpið

Av tí at hvørki Erla Kongsdóttir ella Hasfjord eru siglingarfør í løtuni, er fyribils neyðugt at fáa Teistan í sigling aftur

Av tí at hvørki Erla Kongsdóttir ella Hasfjord eru siglingarfør í løtuni, er fyribils neyðugt at fáa Teistan í sigling aftur

2022-05-11 14:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Strandferðslan hevur seinastu vikuna fingið ávísar trupulleikar, orsakað av at fleiri skip hava fingið skaða, og eisini tí at Teistin er farin á beding.

Fyrrpartin fekk Erla Kongsdóttir trupulleikar við einari aksilpakkdós. Hetta, umframt tað at Hasfjord og Teistin heldur ikki vóru tøk, hevði við sær fleiri broytingar fyri sigling um Nólsoyarfirði og Skopunarfjørð 

Les eisini: Rescue Lív røkir í løtuni Nólsoyarleiðina

Sí fyribils ferðaætlan fyri dagin her

Nú er greitt, at skaðin hjá Erlu Kongsdóttir er so umfatandi, at tað fer at taka í øllum førum nakrar dagar, til skipið kann sigla aftur. Jóhan Petur Abrahamsen, virkandi stjóri á Strandfaraskipum Landsins, sigur við Kringvarpið, at tað ikki er heilt greitt enn, hvør støðan hjá Hasfjord enn, og harvið er neyðugt at fáa Teistan í sigling aftur.

Jóhan Petur Abrahamsen váttar, at Teistin verður tikin av dokk í dag og verður aftur í sigling um Skopunarfjørð í morgin.

Hetta merkir millum annað, at Ternan aftur kann fara at røkja Nólsoyarleiðina.

Til ber at hoyra innslagið hjá Kringvarpinum her

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder