Innanlands

New York í skránni hjá Atlantsflog fyri 2023

Tað verður í heyst, at tað fer at bera til at flúgva úr Vágum beinleiðis til milliónabýin New York

Times Square (Mynd: Wikipedia)

Times Square (Mynd: Wikipedia)

2023-01-14 10:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í fleiri ár hevur Atlantic Airways arbeitt við at fáa neyðug loyvi til vega, so flúgvast kann til New York, men nú bendir okkurt á, at tað endiliga verður.

Atlantic Airways boðaði í summar frá, at ætlanin framvegis var at fáa flúgving til USA í lag, men eisini í flogrutuni fyri 2023, verður greitt frá hvørji ferðamál flogfelagið fer at hava, stendur, at New York City verður í heyst.

Enn er New York sum valmøguleiki tó ikki komið heimasíðuni hjá flogfelagnum.

Annars flýgur Atlantsflog í ár til Keypmannahavnar, Billund, Aalborg, Keflavíkar, Oslo, París, Barcelona, Mallorca og Gran Canaria.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder