Innanlands

Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag heldur fram

Aðalfundur hevur verið í Føroya Handverksmeistarafelag. Fyri vali stóðu Magnus Magnussen og Jens Kristian Haraldsen, og báðir vóru afturvaldir

Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag (Mynd: Industry.fo)

Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag (Mynd: Industry.fo)

2022-04-11 18:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Aðalfundur hevur verið í Føroya Handverksmeistarafelag, ið er meginfelag fyri lokalu handverksmeistarafeløgini, Havnar-, Eysturoyar-, Vága-, Suðuroyar Handverksmeistarafelag og Meistarafelagið í Klaksvík.

Fyri vali stóðu Magnus Magnussen og Jens Kristian Haraldsen, og báðir vóru afturvaldir, skrivar Vinnuhúsið.

Á nevndarfundi beint eftir aðalfundin, skipaði nevndin seg við Magnus Magnussen sum formanni og Petur Frank Joensen sum næstformanni. Hinir í nevndini eru Dávur Høgnason, Jens Kristian Haraldsen og Sjúrður Holm.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder