Innanlands

Nes kommuna einmælt samtykt fíggjarætlanina fyri 2020 við aðru viðgerð

Hon skal endaliga góðkennast um tvær vikur. Nettoinntøkan fyri 2020 verður mett at verða beint omanfyri 60 milliónir krónur - 5,6 milliónir fleiri enn í ár. Fyritreytirnar fyri inntøkunum eru, at skattaprosentið verður óbroytt, eins og barnafrádrátturin verður óbroyttur

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2019-11-08 14:35 Author image
Agnar Prestá

Fíggjarætlanin fyri 2020 hjá Nes kommunu bleiv í gjárkvøldið, 7. november, einmælt samtykt við aðru viðgerð. Fíggjarætlanin skal hava triðju viðgerð, og verður endaliga góðkend, á komandi bygdaráðsfundinum tann 25. november 2019. Alt bendir á, at hon endaliga kemur ígjøgnum tá.

Nes Komuna boðar frá, at nettoinntøkan væntandi verður 60,4 mió, ið er ein hækking á 10,2 prosent í mun til í ár, tá eykajáttanir verða tiknar við. Fyritreytirnar fyri inntøkunum eru, at skattaprosentið verður verandi á 20,5 prosentum, og at barnafrádrátturin er óbroyttur - 5.500 krónur.

Les eisini: Frítíðararkort í Nes kommunu

Raksturin hækkar: Rakstrarkostnaðurin fyri 2020 er mettur til 51,4 mió. krónur í mun til 48,5 mió. kr. (v/eykajáttan), sum er metti kostnaðurin fyri 2019. Ein hækking uppá 2,9 mió. kr., ella 6,0 prosent.

Nes kommuna ætlar at gera íløgur fyri 19,1 milliónir krónir. Stórsta íløgan í 2020 verður framhald av bygging av nýggjum og dagførdum frítíðarskúla áljóðandi7,5 mió. kr

Útgreiningar og fleiri upplýsingar um ætlaðu fíggjarlógina 2020 kunnu lesast á heimasíðuni hjá Nes kommunu.

placeholder
placeholder