Kanjon átti lægsta boðið til arbeiðið sum fevnir um at sniðgeva og byggja nýggja ítróttahøll í Sørvági. Boðið hjá Kanjon er 43.500.000 krónur.
J&K Petersen og Norðhús liggja beint niðanfyri 44 milliónir krónur, men so er eitt stórt lop upp til Articon. Tilboðið hjá Articon ljóðar uppá góðar 61 milliónir krónur, næstan 18 milliónir krónur hægri enn hini boðini.
Ein dómsnevnd verður sett beinanvegin til at taka støðu til innkomnu tilboðini, og meira verður at frætta tá tilmælið frá nevndini kemur, sigur Sørvágs kommuna.
Tað var seint í heyst, at Sørvágs kommuna gjørdi eina byggiskrá, sum skuldi seta sjøtil á at fáa nýggja ítróttahøll í Sørvági.
Ítróttahøllin skal byggjast á ‘Norðistovutrøðni’ við omankoyringina til Sørvág.
Tilboðini uttan mvg vóru soljóðandi:
Kanjon: 43.500.000,-
J&K: 43.843.920,-
Norðhús: 43.995.000,-
Articon: 61.160.044,-
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald