Innanlands

Næstan 100 íbúgvar løgdust afturat

1. apríl búðu 53.882 fólk í Føroyum - talið 1. mars var 53.789. Trendurin er annars, at fólkatalið veksur framvegis, men við lægri ferð, skrivar Hagstova Føroya. Serliga er tað íkastið frá burðaravlopinum, sum er minkað, um hugt verður eftir seinasta árinum

Tilflytingin er komin aftur á sama stig sum í 2019, ið merkir, at gott 150 flyta til Føroya í miðal mánaðarliga.

Tilflytingin er komin aftur á sama stig sum í 2019, ið merkir, at gott 150 flyta til Føroya í miðal mánaðarliga.

2022-05-11 11:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fólkatalið í Føroyum vaks við næstan 100 fólkum frá 1. mars í ár til 1. apríl, og 687 fólk løgdust aftur at fólkatalinum seinasta árið, so at tað nú er skrásett at vera 53.882 fólk - talan er um ein vøkstur á næsta 100 fólk uppá ein mánaða.

Hetta vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovu Føroya.

Sjálvur fólkavøksturin er annars minkaður nakað seinastu mánaðirnar. Í 2020 og 2021 lá árligi fólkavøksturin millum 1,4 og 1,6 prosent fyri hvørt 12-mánaðar-skeið. Seinastu 12 mánaðirnar var hann 1,3 prosent.

[object Object]
Trendurin vísir gongdina í fólkatalinum síðani 1985 

Talan er ikki um ógvusliga minking, men hon sæst, og tað er serliga íkastið frá burðaravlopinum, sum er minkað.

Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 167 fólk og eini nettoflyting á 520 fólk. Tað seinna talið er hægri enn vanligt, men tað fyrra er lágt - í mun til fólkatalið er burðaravlopið tað lægsta síðan 1985, tá byrjað var at gera fólkatølini upp sambært Landsfólkayvirlitinum. Lága burðaravlopið seinasta árið kemur av, at færri børn eru fødd, samstundis sum munandi fleiri eru deyð seinastu mánaðirnar í mun til undanfarin tíðarskeið, skrivar Hagstovan.

[object Object]

Tilflytingin er komin aftur á sama stig sum í 2019, ið merkir, at gott 150 flyta til Føroya í miðal mánaðarliga. Fráflytingin er eisini komin aftur á sama stig sum í 2019 - gott og væl - og nú flyta gott 110 fólk av landinum í miðal mánaðarliga.

Sí fleiri tøl og útgreinan um hetta á hagstova.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder