Innanlands

Næmingar á Skúlatrøð savna pening inn til børn í Ukraina

Í hesum sambandi eru næmingar í dag til arbeiðis hjá millum annað Klaksvíkar kommunu, har teir fyrrapartin fríðkaðu um í býnum og gjørt grøn øki klár til summarið. Høvuðsboðskapurin í hesari verkætlanini er, at øll kunnu gera mun og at saman røkka vit langt

Fyri at savna pening til verkætlanina eru elstu næmingarnir farnir til arbeiðis hjá ymiskum størri fyritøkum í býnum (Mynd: klaksvik.fo)

Fyri at savna pening til verkætlanina eru elstu næmingarnir farnir til arbeiðis hjá ymiskum størri fyritøkum í býnum (Mynd: klaksvik.fo)

2022-04-05 18:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Næmingar í skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík hava í hesum døgum eina verkæltan, ið snýr seg um at gera mun og saman røkka langt - í hesum førum fyri at senda neyðhjálp til krígsrakta Ukraina.

Fyri at savna pening til verkætlanina eru elstu næmingarnir farnir til arbeiðis hjá ymiskum størri fyritøkum í býnum.

Av teimum eru 10 næmingar í dag til arbeiðis í Klaksvíkar kommunu, og á tann hátt stuðlar kommunan verkætlanini. Næmingar eru eisini farnir út at syngja fyri eldru borgarum. Á skúlanum eru teir yngru næmingarnir í holt við at framleiða smáar prýðislutir, sum foreldur og onnur fáa møguleika at keypa og harvið stuðla átakinum við senda neyðhjálp til Ukraina, skrivar klaksvik.fo

[object Object]

Hóskvøldið 7. apríl bjóðar skúlin foreldrum og øðrum áhugaðum til eina kvøldsetu á skúlanum, har til ber at ogna sær onkran av prýðislutunum, sum næmingarnir hava evnað til. Nýggja miðhøllin á Skúlatrøð verður karmur um tiltakið, har Reyði Krossur eisini kemur at kunna um týdningarmikla hjálpararbeiði, sum fer fram kring allan heimin. Kvøldsetan verður skipað sum ein hugnalig løta, har fólk kunnu koma og fara, sum tey hava hug. 

- Á skránni vera ymiskar smærri framførslur, har næmingar og lærarar skúlans framføra og eisini verður møguligt at keypa kaffi, te og nýbakaðar vaflur, sum næmingar baka.

Dyrnar lata upp klokkan 16 og endar kvøldsetan klokkan 20, tá innsavnaði peningurin verður handaður Reyða Krossi Føroyar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder