Innanlands

Myndugleikarnir royna at røkka teimum ungu

Við nýggjum rappi frá Pál Weihe saman við fleiri, roynir landsstýrið at minna tey ungu á, at ommur og abbar eru í vanda. Hoyr rappið her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-12-14 16:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Undir yvirskriftini “Øll vita tað - ommur og abbar í Føroyum eru í vanda” hevur landsstýrið í dag lagt nýggjan lýsingafilm út á heimasíðuna corona.fo.

Ein óvanligur filmur í føroyskum høpi, sum er tikin upp í Tilhaldinum í Tórsgøtu, tí talan er um rappaðan boðskap, borin fram av eldri fólki. Við ljósseting sum var tað úr einum amerikonskum rappvideofilmi, minna Pál Weihe og onnur á smittuvandan við koronavirus, og at fólk sum koma til landið skulu halda seg við hús í seks dagar.

Í vár royndi landsstýrið seg eisini við lýsingafilmi upp á ein heldur øðrvísi hátt, tá Opera Corona fór í umferð um alt Føroya land.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder