Innanlands

Myndir: Sløkkiliðið í Vestmanna hevur havt úr at gera

Talan tíbetur tó mest um smærri skaðar orsaka av nógva vindinum

(Mynd: Vestmanna sløkkilið)

(Mynd: Vestmanna sløkkilið)

2022-12-26 15:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Frá klokkan hálvgun tíggju og líka til nú klokkan gekk móti trý, hava sløkkiliðsfólkini í Vestmanna havt úr at gera við at fyribyrgja skaðum og bjarga ognum í nógva vindinum.

Her um hálvgun trý tíðina kundu teir endiliga koma á støðina aftur og fáa ein væl uppibornan kaffimunn, nú hann slakaði vindin nakað. Men bjargararnir rokna tó ikki við at hava fingið frí enn.

Talan hevur mest verið um smærri skaðar, takplátur, ryggásir og onkur vindskeið, ið hevði rivið seg leysa. Brúk hevur verið fyri bæði sigabili og krana fyri at bøta um og bjarga.

Eisini hava verið fleiri uppgávur at taka upp leysar lutir, sum hava fokið í vindinum.

Tí ljóðar áheitanin frá bjargingarfólkinum ennsum áður.

- Ruddið upp eftir tykkum, og latið ikki lutir liggja leysir, ið kunnu verða tiknir í vindinum.

Myndir: Vestmanna Sløkkilið og Birgir Waag Høgnesen 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder