Mentan

Myndir: Seyðahundakapping á Gøtueiði

33 luttakarar vóru í kappingini, sum Eysturoyar Seyðahundafelag skipaði fyri um vikuskiftið

(Mynd: Eysturoyar Seyðahundafelag)

(Mynd: Eysturoyar Seyðahundafelag)

2020-08-31 08:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin, 29. august var seyðahundakapping á Gøtueiði. Hetta var fyrsta kappingin sum Eysturoyar Seyðahundafelag hevur skipað fyri, síðani Føroya Seyðahundafelag bleiv umskipað til Seyðahundasamband Føroya, skrivar Eysturoyar Seyðahundafelag, ið er eitt av seks seyðahundafeløgum undir Seyðahundasambandi Føroya.

Kappingin varð hildin á Gøtueiði í haganum fyri oman Heiðar, sum er eitt avbjóðandi lendi, og seyðurin var ógvuliga trupul at fáa bilbukt við.

33 luttakarar vóru í kappingini, sum varð skipað í tríggjar bólkar; 3. klassi, sum er truplastur, har 120 stig eru at heinta, 2. klassi við 100 stigum at heinta, og 1. klassi, har teir ungu hundarnir luttaka. Har eru 90 stig at heinta.

Vinnarar til 3. klassa vóru:
Tummas Jacobsen við 2 ára gamla hundinum Moss við 86 stigum.
Anna Sofía Fjallhim við 2 ára gomlu tíkini Ronju við 76 stigum.
Poul Falkvard við 6 ára gamla hundinum Odd við 70 stigum.

Vinnarar í 2. klassa vóru:
Høgni Hansen við 5 ára gamla hundinum Gynnas við 61 stigum OLF 35.
Tóki Berg Mikkelsen við 2 ára gamla hundinum Ron við 61 stigum OLF 31.
Edvard Múller við 2 ára gomlu tíkini Lady, ið fekk 57 stig.

Vinnarar í 1. klassa vóru:
Tina Ziska við 1 ára gamla hundinum Max við 70 stigum.
Høgni Hansen við 2 ára gamla Hundinum Mac við 61 stigum.

Dómari var Jónleif Jørgensen. 

Felagið boðar frá, at næsta kappingin verður í Søltuvík 12 september.

Niðanfyri síggjast myndir frá kappingini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder