Mentan

Myndir: Politikararnir vunnu á prestunum

2-1 gjørdist úrslitið í dystinum millum lógkøn og hálshvít, sum var leiktur fyri at savna pening til Barnabata

Steintóra Erhardsdóttir, virkandi sóknarprestur í Norðurstreymoyar vestara prestagjaldi, og fyrrverndi løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum, Bárður á Steig Nielsen (Mynd: Sverri Egholm)

Steintóra Erhardsdóttir, virkandi sóknarprestur í Norðurstreymoyar vestara prestagjaldi, og fyrrverndi løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum, Bárður á Steig Nielsen (Mynd: Sverri Egholm)

2023-07-28 09:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Toppskorarin í Fólkaflokkinum seinastu árini, Beinir Johannesen, var eisini toppskjútti í dystinum millum lógkøn og hálshvít, sum varð leiktur á Tórsvølli í gjár.

Talan er um prestar og deknar sum spæla ímóti politikarum. Leikt varð tvær ferðir 30 minuttir, og Beinir Johannesen syrgdi fyri einsamalla málinum í fyrra hálvleiki við góðum stútara eftir flott innlegg frá javnaðarmanninum Una Holm Johannesen.

Í seinna hálvleiki kom veruligur spenningur í tá Ove Brim, sóknarprestur í Nes kirkjusókn og Gøtu kirkjusókn setti bóltin í netið. Tá 10 minuttir vóru eftir legði Beinir Johannesen aftur politikkararnar á odda 2-1, sum eisini gjørdist úrslitið.

Hetta er triðja árið, at skipað verður fyri dysti millum lógkøn og hálshvít, og triðju ferð at politikararnir vinna. Í 2021 stóð 3-3 á máltalvuni eftir ein tíma, og eftir brotsspark vunnu politikkararnir. Í fjør vunnu tey lógkønu 4-3.

Tilsamans 35.000 krónur vórðu savnaðar inn til Barnabata í ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder