2018-08-03 00:03
Ó skipaði saman við BankNordik fyri tiltakinum “Hjálp, eg skal uttanlands at lesa”, ið var í Spaniastovu í Klaksvík mikukvøldið 1. august.
- Tað gekk serstakliga væl, sigur Hanus Samró, stjóri í Ó, tá hann varð spurdur, hvussu tiltakið hepnaðist.
- Tað er sjálvandi trupult at meta um áðrenn, men vit royndu at gera skránna so spennandi og viðkomandi sum gjørligt. Tað eydnaðist betur enn væntað.
Uppmøtingin var fantastisk. Tey ungu vóru við uppá tað. Fyrilestrahaldararnir vælupplagdir. So alt í alt, eitt einastandandi kvøld, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald