2022-09-07 09:50
Í tinginum í dag eru munnligir fyrispurningar á skránni.
Fyrispurningarnir, ið skulu svarast í dag, eru 24 í tali.
Spurningarnir snúgva seg m.a. um játtan til fólkaskúlan, frítíðartilboð til børn við serligum tørvi, gjøldini í Norðoya- og Vágatunlunum, um støðuna við Suðuroyarleiðini, oljuvinnu og veðurlagspolitikk, og um fosturtøku.
Á skránni í tinginum í dag er eisini framløga.
Dagsins tingfundur byrjar nú klokkan 10. Yvirlit yvir munnligar fyrispurningar sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald