Innanlands

Movember-átak í Vági

Í viku 45 verður sjóneyka varpa á heilsuna hjá monnum við ymiskum tiltøkum

2022-10-26 16:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í november verður sjóneykan kring heimin sett á heilsuna hjá manninum við sonevnda "Movember".

Eisini í Vági verður eitt Movember-átak. Tað er á skránni í viku 45 - viku nummar tvey í november. Vágs kommuna skrivar, at gjøgnum vikuna verða tiltøk fyriskipaði, sum hava eitthvørt við heilsuna hjá monnunum at gera.

- Í samstarvið við Fólkaheilsuráðið, so skipar Vágs Kommuna fyri heilsuátakið í november. Átakið er ætlað monnum í øllum aldri, og tó kunnu bæði kynini luttaka. Heilsuátakið eitur Movember. Movember er eitt altjóða rák, sum byrjaði við, at menn lótu yvirskeggi veksa allan november mánað. Endamálið var at seta sjóneykuna á krabba í prostata. Seinastu árini hevur Movember-rákið ment seg, og í dag fevnir rákið um generellu heilsuna hjá manninum. Movember stuðlar undir, at menn í størri mun taka atlit til teirra heilsu, bæði kropsligu og sálarligu heilsuna. Kring heimin verða Movember tiltøk og átøk fyriskipaði allan november mánað.

Tiltøk sum viðgera heilsuna hjá mannfólkunum verða fyriskipaði, og so verður eisini ein myndakapping. 

Týskvøldið 8. november verður eitt rørslutiltak, sum eitur "Run on beer". Tiltakið byrjar klokkan 20 uttanfyri Miðlatúni. Runnið ella gingið verður vestur í móti Vatninum. Á teininum er øl-depot (og vatn) við nýggja Biskupskelduhúsið, har luttakararnar kunnu fáa sær okkurt fyri tostan og práta, áðrenn leiðin gongur víðari í móti Vatninum. Tá luttakararnir eru komnir til Vatnið, kunna teir gera av, um teir venda við ella taka túrin runt Vatnið. Málið er við nýggja Biskupskelduhúsið á Gørðunum. Á málinum fáa luttakararnir øl (ella vatn), kips og annað, og fólk frá Biskupskeldubryggjarínum greiða frá um húsið og ølirnar hjá Biskupskeldu. Rørslutiltakið skipar Hvistan fyri og Biskupskelda og Kirvi stuðlað.

Ónskvøldið (mikukvøldið) 9. november vitja Niclas Heri Jákupsson og Monika Mohr í Miðlatúni og hava fyrilestrar um ávikavist "Menn og sálarheilsu" og "Hvussu hevur tú tað maður". Til ber at lesa meira um fyrilesturin hjá Niclas Hera her, og tann Moniku her. Tiltakið byrjar klokkan 20.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder