Mentan

Motiverandi málningar í Krosslíð á ólavsøku

Stella Zachariassen varpar ljós á sálarliga heilsu á málningaframsýning

2022-07-25 08:54 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Um ólavsøkuna hevur Stella Zachariassen málningaframsýning í Krosslíð 2 (hornið Grønlandsvegur/Krosslíð) í Havn.

Stella hevur í hesum førum valt at sýna fram eina røð av málningum, sum varpa ljós á sálarliga heilsu, sum ger nógv um seg, eisini heima í Føroyum. Hon kallar framsýningina”Motivatión”.

Málningarnir eru spekkaðir av uppmuntran til ein og hvønn, og eru litfagrir og heitir.

Framsýningin er opin ólavsøkudagarnar og leygardagin frá 14 til 20.

Fleiri málningar hjá Stellu síggjast eisini Facebookvanganum SelviZach Arts https://www.facebook.com/SelviZachArts

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder