Innanlands

56 seglbátar vitjaðu Vágs havn í ár

Talan er um tríggjar færri enn í fjør, men fleiri ferðafólk komu við bátunum í ár enn undanfarin ár, skrivar Vágs kommuna.

(Mynd: Vágs kommuna)

(Mynd: Vágs kommuna)

2026-11-12 20:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrsti seglbáturin kom 16. januar, sum er munandi fyrr á árinum, enn seglbátar vanliga koma. Hesin heldur stóri seglbáturin lá í Vági í tveir dagar, áðrenn leiðin gekk norðureftir. Umborð vóru níggju fólk. Næsti seglbáturin kom 22. apríl, og síðani tá hava seglbátar regluliga verið at síggja í Vágs havn.

Flestu bátarnir eru úr Evropa, men bátar úr Kanada, Avstralia og USA hava eisini vitjað.

Seglbátarnir liggja í miðal tveir og ein hálvan dag í Vági, áðrenn teir sigla víðari. Meðan bátarnir liggja í Vági, plaga ferðafólkini at hvíla seg og gera brúk av hentleikum og tænastum, umframt at uppliva náttúruna í og kring Vág, skrivar Vágs kommuna.

Í alt hava 191 ferðafólk verið umborð á teimum 56 seglbátunum, harav átta børn. Hetta eru munandi fleiri ferðafólk enn í fjør, tá 59 seglvátar við tilsamans 140 ferðafólkum vitjaðu Vág.

Talan er bæði um bátar, sum hava vitjað undanfarin ár, og bátar, sum hava vitjað fleiri ferðir í ár.

Seinasti seglbáturin kom á Vág 8. oktober.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder