Mentan

Faderhuset í Filmsfelagnum

Í einum hybridi av heimildarfilmi og skaldsøgu endurskapar filmurin upplivingarnar hjá fyrrverandi limum, og greinar ta manipulering, sum fær fólk at lata frá sær ræðið á egnum hugsanum, fíggjarviðurskiftum og gerðum .

2026-11-12 13:37 Author image
Innsent
placeholder

Neyvan er nakrantíð sloppið so nær at eini átrúnaðarligari sekt í okkara tíð, sum í hesum samansetta heimildar- og spælifilmi um afturlatna danski felagsskapin, "Faderhuset", sum úti í heimi verður sýndur í biohallum undir heitinum "House of Holy Father".

Filmsfelagið sýnir "Faderhuset" mikudagin. 

Filmurin hevur sett sær fyri at lýsa innaru mekanismurnar í karismatisku kristnu samkomuni, ið verður lýst sum ein sekt. Vit koma inn í ein heim við eksorsismu, har tey reka út illar andar og tala í tungum, og fremst av øllum dyrka ein stríðshugaðan kristindóm.

Filmurin lýsir, hvussu sektin fær nýggjar limir og heldur fast í teimum, og hann viðger tað likamliga og sálarliga landslagið, ið gevur einum karismatiskum leiðara vald yvir hugsanum og lívi hjá øllum fylgjarum.

Í einum hybridi av heimildarfilmi og skaldsøgu endurskapar filmurin upplivingarnar hjá fyrrverandi limum, og greinar ta manipulering, sum fær fólk at lata frá sær ræðið á egnum hugsanum, fíggjarviðurskiftum og gerðum.

Á leikaralistanum eru bæði fyrrverandi limir í samkomuni, sum spæla seg sjálv, meðan søgur í leiksettu pørtunum verða framførdar av m.ø. Trine Dyrholm, David Dencik, Emma Sehested Høeg og Özlem Saglanmak.

Leikstjórar eru Andreas Koefoed, Eva Mulvad og Adam Nielsen. Umframt leikstjórarnar, eru Jerry Jensen og Camilla Johnson handritahøvundar.

”Faderhuset” verður vístur í Havnar Bio mikudagin 18. november kl. 20.  

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder