Innanlands

Middagsfyrilestur: Er haturstala politisk tala?

Í døgurðatímanum mikudagin 14. september fer Sigri M. Gaïni, ph.d.–lesandi í politiskari filosofi, at hava almenna framløgu um haturstalu á veghæddini á Søgu – og samfelagsdeildini

Sigri M. Gaïni

Sigri M. Gaïni

2022-09-01 18:14 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Framløgan er partur av afturvendandi og almennu middagsfyrilestrunum á SSD, sum hava heitið Setursflísin, har øll hava møguleika at støkka inn á gólvið við ella uttan matpakka at fáa nakrar heilavitaminir frá granskarunum, sum leggja fram.

Framløgan hjá Sigri M. Gaïni hevur heitið: Er haturstala politisk tala? Um talufrælsisprinsipp, haturstalulógir og vaksandi sensur”.

Í framløguni fer Sigri at taka støði í vísindaligu grein síni “Universities and other Institutions – not Hate Speech Laws – are a Threat to Political Speech”. Greinin er javnlíkamett og prentað í vísindaliga tíðarritinum Etikk i praksis.

Sigri fer m.a. at viðgera prinsipiella argumentið The Argument from Political Speech, ið er eitt hitt mest útbreidda argumentið í talufrælsiskjakinum. Argumentið talar fyri fullum talufrælsi, og Sigri setir hetta argument upp ímóti praktiska veruleikanum, sum vit síggja í dag, har sensurur á eitt nú universitetum er vaksandi.

Fokus verður eisini sett á munin millum USA og Europa, tá ið talan er um haturstalulóggávu og krøv um sensur á privatum stovnum.

Greinin er opin og kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder