Innanlands

Mette Frederiksen hevur boðið inn til tíðindafund

Tíðindafundurin verður á middegi, og har fer forsætisráðharrin allarhelst at útskriva nýval

2022-10-05 09:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur ligið í luftini í eina tíð, og nú bendir alt á, at hetta er dagurin, har Mette Frederiksen útloysir spenningin, og útskrivar nýval.

Forsætisráðharrin gav ábendingar um hetta í gjár, og fyri løtu síðani hevur forsætismálaráðið (Statsministeriet) kunngjørt, at tíðindafundur verður á middegi - klokkan 13 danska tíð. 

Her fer Mette Frederiksen at koma við einari útsøgn, og møguleiki verður ikki at seta stpurningar.

Les eisini: Val helst útskrivað í morgin


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder