Innanlands

Metnógvir løntakarar í jólamánaðinum

Løntakaratalið í síðsta mánaða var 28.325, ið er næstan eitt prosentstig hægri enn í desember 2021. Tað er millum annað áhugavert, at bróðurparturin av vøkstrinum eru løntakarar, sum hava annan enn danskan ríkisborgaraskap.

Yvir 28.300 løntakarar í desember 2022 og er hetta met fyri ein einstakan mánaða (Mynd: Hagstova Føroya)

Yvir 28.300 løntakarar í desember 2022 og er hetta met fyri ein einstakan mánaða (Mynd: Hagstova Føroya)

2023-01-18 12:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í desember 2022 vóru stívliga 28.300 fólk í løntakarafjøldini. Tað er met fyri ein einstakan mánað, upplýsir Hagstovan, og er hetta talið næstan eitt prosentstig hægri, enn tað var júst eitt ár frammanundan 

- Tað eru 250 fleiri í løntakaraskaranum í desember borið saman við sama mánað árið fyri. Løntakarafjøldin veksur framvegis, men ikki við somu ferð sum undan koronufarsóttini. Í desember vaks løntakaratalið 0,9% samanborið við árið fyri. Í desember í 2019 vóru løntakararnir 2,5% fleiri í mun til sama mánað í 2018.

Sambært tølunum hjá Hagstovuni lá vøkstruin hjá bæði monnum og kvinnum, í mun til árið fyri, um eitt prosent. Tó var hann líka tað hægri hjá kvinnum.  Í desember vóru um 14.600 menn og 13.700 kvinnur løntakararar.

[object Object]

[object Object]
Samlaða talið - og vøksturin - av løntakarum (Myndir: Hagstovan)

Á hagstova.fo eru eisini talvur fyri einstøku vinnugreinarnar. Har sæst, at tað er ein vøkstur í teimum øllum. Í greinini "Almenn o.o tænasta" hevur vøksturin verið mest javnur - størri útsving hava verið í serliga "Fiskivinnu o.o tilfeingisvinnu".

Mest áhugavert er kanska, at ein alsamt størri partur av løntakaraskaranum hevur annan enn danskan ríkisborgaraskap. Tað hevur í seinastuni verið tosað nógv um útlendska arbeiðsmegi, og av teimum 250 fólkunum, sum eru løgd afturat løntakaraskaranum síðsta árið, eru tað góð 80 prosent, ella 200 av teimum, sum hava annan enn danskan ríkisborgaraskap.

- Í desember høvdu 7,0% av løntakarunum annan enn danskan ríkisborgaraskap. Í desember í 2021 var parturin 6,3%. Fyri tíggju árum síðani høvdu 2,5% av løntakaraskaranum annan enn danskan ríkisborgaraskap.

Størsti parturin starvast innan fiskavøruídnað, gistihús og matstovuvirki, ali- og kryvjivirki, umframt húsarhaldstænastur, skrivar Hagstovan, ið leggur afturat, at seinasta árið er tað serliga talið av løntakararum aðrastaðni frá enn úr Evropa, sum er vaksið.

[object Object]


[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder