Innanlands

Mest sum øll búfólk á eldraøkinum eru nú koppsett

6,2 prosent av íbúgvunum í Føroyum hava nú fingið fyrsta prikið. Tá liðugt verður at koppseta í hesari vikuna, hava knapt 4000 føroyingar fingið koppsettingina fyri koronu, sambært heilsumyndugleikunum

3299 fólk hava fingið fyrra prikið. Ein persónur hevur fingið báðar koppsetingarnar (Mynd: Ólavur Frederiksen)

3299 fólk hava fingið fyrra prikið. Ein persónur hevur fingið báðar koppsetingarnar (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-01-27 16:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár koppsettu starvsfólk í Sjúkrahúsverkinum búfólk á ellis- og røktarheimum á Skálafjørðinum og í Havnfyri, og nú eru mest sum øll búfólk á eldraøkinum koppsett.

Hetta skrivar corona.fo.

227 fólk fingu fyrsta prikið í gjár, og samanlagt hava 3299 fólk fingið fyrra prikið. Hetta svarar til umleið 6,2 prosent av øllum føroyingum.

Koppsett verður í dag og aftur morgin, og eftir tað verður væntað, at knapt 4000 føroyingar hava fingið koppsettingina fyri koronu.

Ein persónur hevur fingið báðar koppsetingarnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder