Mentan

Mest dámda dagføringin á Twitter

6,5 mió. hava dámt Twitter-dagføringinina, sum leygardagin boðaði frá, at Chadwick Boseman var farin – Hetta er met, sigur Twitter

Chadwick Boseman (Mynd: Getty Images)

Chadwick Boseman (Mynd: Getty Images)

2020-08-30 11:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin boðaði familjan hjá Hollywood-sjónleikaranum Chadwick Boseman frá, at hann var deyður, 43 ára gamal.

Les eisini: Chadwick Boseman deyður

Tann twitter-dagføringin, sum bar boðini um, at Boseman var farin, er mest dámda dagføringin í søguni hjá Twitter, boðaði sosiali miðilin frá í gjár.

Í skrivandi stund hava 6,5 mió. fólk dámt dagføringina.

– Mest dámda tweetið (dagføring á Twitter, red.) nakrantíð. Ein viðurkenning, sum ein kongur hevur uppiborið, stóð á almenna Twitter-kontoni hjá fyritøkuni.

Víst verður til, at Chadwick Boseman er mest kendur fyri leiklutin sum kongurin T'Challa í Marvel-filminum "Black Panther".

Tað var í gjár, at familjan hjá Boseman boðaði frá, at hann var farin. Hann andaðist fríggjadagin í heimi sínum í Los Angeles eftir at hava strídst við tarmkrabba í fýra ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder