Innanlands

Merkja springarar í Fuglafirði

Ein lítil bólkur av springarum varð sæddur á Funningsfirði í morgun, og avgjørt varð ikki at halda hann til – Í Fuglafirði verða nakrir av teimum merktir

(Mynd: Jens Mortan Rasmussen)

(Mynd: Jens Mortan Rasmussen)

2022-09-03 12:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tíðliga í morgun varð ein lítil bólkur av springarum sæddur á Funningsfirði, men av tí at talan var um so lítlan bólk, varð avgjørt ikki at halda teir til.

Seinni varð bólkurin sæddur í Fuglafirði, og har eru fólk frá Havstovuni í løtuni í ferð við at merkja nakrar av teimum.

Ætlanin er at merkja einar seks springarar, og tá springararnir eru merktir, verða teir riknir út aftur, varð sagt í útvarpstíðindunum á middegi.

Les eisini: Lótu springarar fara í morgun


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder