“Where Did I Go Wrong” er fyrsta enska staklagi, sum Marius Ziska gevur út, síðani hann gav vælfagnaðu heildarútgávuna “Home/Heima” út í 2015. Hetta er samstundis eisini fyrsta stig á vegnum móti einari nýggjari útgávu, sum kemur út á Mayday Music 29. januar 2027.
Við hesi útgávuni og samstarvinum við Mayday Music ger Marius eisini eina roynd at røkka longur út í heimin við sínum tónleiki. Mayday Music. Danska felagið Mayday Music er farið í samstarv við Motion Agency í Bretlandi og Factory92 í Týsklandi til tess at breiða tónleikin hjá Marius Ziska longur út.
Um nýggja sangin greiðir Marius Ziska soleiðis frá í tíðindaskrivi:
- Eg datt um lagið, og reglan “Where Did I Go Wrong” beyt seg fasta alt fyri eitt. Orðini kendust ærlig og umráðandi fyri meg. Eg sat leingi og spældi lagið og mutlaði tilvildarlig orð og reglur, men vendi allatíð aftur til hesa einu regluna. Eg spurdi Nick Tsang og Stewart Brock um teir vildu skriva mær ein tekst við støði í hesum og teir funnu ein leist, sum tyktist mær púra rættur.
Sangurin er spældur inn og framleiddur av Marius Ziska og Kristoffer Mørkøre við hjálp frá restini av bólkinum – Heðin Ziska Davidsen, Magnus Johannesen og Jan Rúna Poulsen.
Kristoffer Mørkøre hevur ljóðblandað og Heini Ragnarsson hevur mastrað.
Marius Ziska er ein av teimum mest elskaðu artistunum í Føroyum hesi seinastu áratíggjuni. Hansara serligu evni at skriva vøkur, sorgblíð løg saman við einari framúrskarandi songrødd og einum væl samanspældum bólki, sum veitir tónleikinum bæði styrki og lív, hevur vunnið mong hjørtu gjøgnum árini.
Marius hevur spælt á showcase festivalum sum The Great Escape, Iceland Airwaves, By:Larm og Spot Festival. Hann hevur verið á konsertferð í Týsklandi, Danmark og Noregi við bólki sínum og spælt support show fyri Eivør í øllum Evropa. Í 2023 spældi hann tríggjar útseldar konsertir saman við Føroya symfoniorkestri. Hann hevur vunnið nógvar Faroese Music Awards og tónleikurin hjá honum er brúktur í heimildarfilmum og lýsingum í Danmark, Íslandi og USA – m.a. í sendingini hjá Anders Agger “Anne og Anders i Norden”.
“Where did I go Wrong” kann hoyrast her í nátt/morgin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald