Innanlands

Mangla fólk í Sandágerði

Umleið 300 hval verða riknir inn nú - tað mangla fólk á sandinum og fólk til mønustingara, upplýsir Tórshavnar kommuna

Nógvir bátar eru við í rakstrinum, men á sandinum mangla fólk (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Nógvir bátar eru við í rakstrinum, men á sandinum mangla fólk (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2022-10-12 12:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein grind, sum er mett at vera um 300 hval, er á Glyvursnesi og verður nú rikin inn í Sandágerði.

Ein trupulleiki er tó, at tað mangla fólk á sandinum og fólk til mønustingara.

Hetta skrivar Tórshavnar kommuna nú á heimasíðu sínari og heitir við tí á fólk um at koma at hjálpa.

Stóra grindin varð fyrrapartin funnin í Heystfirði. Tað hevur tikið nakað av tí at rikið hana orsakað av millum annað streymi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder