Innanlands

Maður ákærdur fyri samlegu við sína egnu dóttur

Ein maður er í Føroya rætti ákærdur fyri bygdanarskemd, fyri samlegu og annað kynsligt samband enn samlegu við sína egnu dóttur. Hon var eitt til trý ára gomlu tá

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-09-07 14:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroya rættur viðgerð í hesum døgum eitt mál, har ein maður er ákærdur fyri blygdanarskemd, fyri samlegu og annað kynsligt samband enn samlegu við sína egnu dóttur, sum var yngri enn 12 ár.

Tað veit útvarpið í dag.

Dótturin var eitt til trý ára gomul í tíðarskeiðinum. Hann er eisini ákærdur fyri at taka myndir uttan loyvi, fyri at hava barnaporno og fyri at hava 21,56 gramm av hashi.

Eisini er hann ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á sína 10 til 11 ára gomlu niece.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder