Innanlands

Lótu springarar fara í morgun

Ein bólkur av springarum varð sæddur í Funningsfirði, men mett var, at talan var um so lítlan bólk, at avgerð varð tikin um at lata hann fara

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-09-03 10:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgun varð boðað frá, at ein bólkur av springarum varð sæddur á Funningsfirði.

Sýslumaðurin og grindaformenninir mettu tó, at talan var um ein so lítlan bólk, at avgerð varð tikin um ikki at halda teir til.

Fráboðanin kom, tá klokkan var uml. hálvgum átta í morgun, sigur løgreglan.

Sum heild verið friðarligt

Løgreglan leggur afturat, at seinasta náttin sum heild hevur verið friðarlig.

Men klokkan fýra í morgun fingu tey eina fráboðan um harðskap í høvuðsstaðnum. Enn veit vakthavandi á løgreglustøðini ikki so nógv at siga um hendingina, men tað verður kannað nærri.

Í nátt varð eitt herverksmál eisini fráboðað í Havn. Tað snúði seg um nøkur bakspegl á einum bili.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder