Mentan

Lost in the Moment: Nýtt lag til brúðarvígsluna

Dan Olsen hevur givið út nýtt lag um serstøku løtuna, tá eitt par verður vígt

2019-10-14 08:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú er seinasta nýggja staklagið av komandi EP útgávuni hjá Dan Olsen úti.

Lagið eitur "Lost in the Moment" og snýr seg um serstøku løtuna, tá eitt par verður vígt.

Umframt stakløgini "Lost in the Moment", og "Still Be Gone", sum varð givið út síðst í september, verða tvey onnur løg eisini at finna á komandi EP útgávuni. Hesi løg hava verið útgivin fyrr men koma nú út í nýggjum hami.

Dan Olsen er av Argjum men er í løtuni búsitandi í London.

Nýggja staklagið kann hoyrast niðanfyri:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder