Innanlands

Løkke ynskir eina SMV-stjórn

Ein breið stjórn við luttøku av sosialdemokratum og borgarligum flokkum hevur allatíðina verið ynskið hjá leiðaranum fyri nýggja moderata flokkin  

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-10-25 11:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Lars Løkke Rasmussen, formaður fyri flokkin Moderaterne, vónar at kunna skipa danska stjórn saman Vinstra og sosialdemokratunum. Tað sigur hann við Berlingske Tidende í dag.

Ein nýggj veljarakanning, kunngjørd í morgun, vísir, at tað bendir á, at hvørki teir reyðu ella teir bláu flokkarnir kunnu savna meiriluta á fólkatingi, og tí kann tað verða Lars Løkke Rasmussen, sum eigur avgerðina hvønn veg vágskálin skal koppa eftir valið um eina viku.

Moderaterne hevur stóra viðgongd í løtuni, og stendur at blíva triðstørsti flokkur á fólkatingi eftir sosialdemokratarnar og vinstraflokkin.

Les eisini: Moderatarnir standa til at blíva triðstørst 

- Eg ynski eina SMV-stjórn, sigur Lars Løkke Rasmussen upp á spurningin um hvussu hansara ynskistjórn sær út.

Men hann leggur afturat, at konservativi fólkaflokkurin gott kann koma við, og at hann er opin fyri at tosa við radikala vinstraflokkin eisini.

Tað er ikki nakað nýtt í, at Løkke ynskir eina breiða stjórn saman við sosialdemokratunum og borgarligum flokkum. Menn hetta er fyrstu ferð, at hann brúkar bókstavasamansetingina SMV. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder