Innanlands

Løgtingsval verður hósdagin 8. desember

Bárður á Steig Nielsen hevur júst kunngjørt hetta frá tingsins røðarapalli

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-11-09 14:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Av tí at parlamentariska grundarlagið undir verandi samgongu er rokið, hevur løgmaður valt at útskriva nýval.

Hetta kunngjørdi Bárður á Steig Nielsen fyri fáum minuttum síðani, og talan var ikki um nakra óvæntaða avgerð. Hann tók orðið á tingfundinum, sum varð tann seinasti undir hesari samgonguni. 

Løgtingsvalið 2022 er sett at verða hósdagin 8. desember. Hetta eru beint undir níggju mánaðir áðrenn, tað í seinasta lagi skuldi verða, um samgongan hevði sitið alt tíðarskeiðið.

Tingarbeiðið er nú niðurlagt - valstríðið er byrjað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder