Innanlands

Løgreglan: Tað er revsivert at víðarigeva slík filmsbrot

Eitt filmsbrot frá einari álvarsligari ferðsluvanlukku, sum hendi um vikuskiftið, er í umferð á sosialu miðlunum, sigur løgreglan, sum heitir á øll, sum hava eitt filmsbrot frá vanlukkuni, um at strika tað

(Mynd: Føroya Politi/Facebook)

(Mynd: Føroya Politi/Facebook)

2021-09-06 13:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan heitir á øll, sum hava eitt filmsbrot frá eini álvarsligari ferðsluvanlukku, sum hendi um vikuskiftið, um at strika tað og ikki víðarigeva tað til onnur.

Hetta sigur løgreglan í almennari áheitan, eftir at løgreglan er gjørd vart við, filmsbrotið er í umferð á sosialu miðlunum í løtuni.

– Tað er brot á revsulógina at víðarigeva slík filmsbrot og kann geva seks mánaðar fongsulsrevsing, sigur løgreglan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder