Innanlands

Løgreglan: Náttin hevur verið sera friðarlig

Lítið av fólki hevur verið í býnum, hóast skeinkistøðini hava havt opið sum vanligt

(Savnsmynd: Essabarr)

(Savnsmynd: Essabarr)

2022-01-22 10:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir at hava havt avmarkaðar upplatingartíðir í seks vikur, høvdu skeinkistøðini í høvuðsstaðnum aftur opið sum vanligt í nátt.

Kortini hevur seinasta náttin verið sera friðarlig, upplýsir løgreglan í morgun.

– Lítið av fólki hevur verið í býnum, men tað hevur verið nakað sum tað plagar eitt fríggjakvøld, sigur vakthavandi á politistøðini, sum leggur afturat, at keðiliga veðrið kanska eisini hevur verið orsøkin til, at fólk hava hildið seg aftur við at fara í býin.

Les eisini: Tikin fyri at koyra ávirkaður

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder