Innanlands

Løgreglan minnir fólk á ljósini

Myrkir bilar eru vandamiklir í mjørkanum

2018-07-13 14:30 Author image
Ari av Rana
placeholder

Løgreglan heitir á fólk um at minnast til ljósini í bilinum.

- Vit ynskja at minna fólk á - nú mjørki er - at tendra ljósini á bilinum soleiðis, at bilurin ikki er myrkur aftan. Vit hava fleiri fráboðanir frá ferðandi, sum brádliga koyra upp til ein "myrkan bil". Tey síggja hann ikki fyrr enn bara nakrir fáir metrar eru eftir av fjarðstøðu, bæði á landsvegunum og býar-/bygdarvegunum, skrivar Løgreglan á facebookvanganum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder