Innanlands

Ampi av druknum fólkum

Løgreglan framdi tvær handtøkur í Steinatúni í gjár

Oftast er tað í hesin skýlinum, at hildið verður til (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Oftast er tað í hesin skýlinum, at hildið verður til (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2025-07-01 08:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað hendir regluliga, at løgreglan fær fráboðan frá borgarum, sum hava ampa av ofta druknum fólki, sum sita í Steinatúni í miðbýnum í Havn. Meira enn so kemur tað fyri, at tað kemur til ilnar millum hesi fólk.

Í gjár framdø løgreglan tvær handtøkur í Steinatúni, har handtikni persónurin varð skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar vegna harðligan atburð.

Onnur handtøkan fór fram klokkan 13.30, og hin um klokkan 17.30. Í báðum vørum fekk persónurin eina bót á 3.000 krónur fyri síðan at verða leyslatin aftur.

- Hetta er ein trupulleiki í Havn, men tað er ikki meira enn hetta, sum løgreglan kann gera við hesa støðu. Vit hava ikki manning til at ansa eftir teimum alla tíðina – mansuppdekka tey, staðfestir vaktleiðarin hjá løgregluni.

Upp á spurningin, um hvussu løgreglan inndregur bøturnar frá hesum fólkum, sum ikki kunnu metast at hava ráð til bøturnar, sigur vaktleiðarin, at sum oftast verður fara fólkini inn at siga í staðin fyri at rinda bøturnar, men hetta hendir ikki fyrr enn tey hava upparbeitt eina rættiliga stóra upphædd í slíkum bótum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder