Innanlands

Løgreglan kannar herverksmál í Runavík

Í gjár varð boðað frá, at yvir tíggju bilar, sum stóðu parkeraðir á Gerðisvegi í Runavík vóru illa skøvaðir, og vil løgreglan fegin hoyra frá fólki, sum halda seg vita okkurt um málið

(Mynd: Eyp.fo)

(Mynd: Eyp.fo)

2023-01-23 08:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um 18-tíðina í gjár varð boðað frá, at onkur hevði framt herverk á fleiri bilar, sum stóðu parkeraðir á Gerðisvegi í Runavík.

Talan er um yvir tíggju bilar, sum eru illa skøvaðir, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Løgreglan kannar nú málið, og um nakar hevur sæð okkurt, sum kann hava samband við málið, vil løgreglan fegin frætta frá teimum, leggur vaktleiðarin afturat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder