Innanlands

Løgmaður ynskir Liz Truss til lukku

Bárður á Steig Nielsen sigur við nýggja bretska forsætisráðharran, at hann sær fram til áhaldandi samstarv millum Føroyar og Bretland

2022-09-07 14:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Løgmansskrivstovan: Løgmaður hevur í dag sent nýggja bretska forsætisráðharranum Liz Truss lukkuynski vegna landsstýrið og føroya fólk.

Í brævinum skrivar løgmaður somuleiðis, at hann sær fram til áhaldandi gott samstarv til tess at styrkja um sambondini millum Føroyar og Bretland, til gagns fyri bæði londini.

Lukkuynskið frá løgmanni kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder