Innanlands

Løgmaður og forsætisráðharrin viðgjørt samstarvið í ríkisfelagsskapinum

Aksel V. Johannsen hevur verið á vitjan hjá Mette Frederiksen í forsætismálaráðnum í dag. Hann gjørdi vart við tørvin at broyta uttanríkispolitisku lógina

Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri (Mynd: Løgmansskrivstovan)

Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri (Mynd: Løgmansskrivstovan)

2023-01-17 23:11 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri, viðgjørdu seinnapartin í dag samstarvið í ríkisfelagsskapinum. Fundurin var í danska forsætismálaráðnum.

Á fundinum umrøddu tey millum annað avmarkingarnar í uttanríkispolitisku lógini, sum landsstýrið vil beina burtur, so at Føroyar í størri mun kunnu røkja síni áhugamál úti í heimi.

- Eg gjørdi vart við, at skiftandi landsstýri ferð eftir ferð hava víst á tørvin at broyta uttanríkispolitisku lógina, men at tað gongur seint at fáa framt hesar broytingarnar. Okkara mál er enn sum áður at vinna Føroyum størri uttanríkispolitiskt rásarúm á økjum, vit sjálvi hava ábyrgdina av.

- Okkara uttanríkispolitisku áhugamál eru ikki altíð tey somu, sum Danmark hevur, tí millum annað ræðið á handils- og fiskivinnupolitikkinum er flutt til ES. Tað er einaferð so, at vit í Føroyum best umboða okkara áhugamál úti í heimi, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder