Innanlands

Løgmaður: Higartil ikki neyðugt at tvinga fólk

Bárður á Steig Nielsen hevur álit á Føroya fólki, men gerst tað neyðugt, kann heimild um tvang kann fáast til vega

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-12-02 11:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tinglimir umrøddu aftur í morgun covid-19 støðuna í landinum. Tinglimir førdu fram, at neyðugt var við kravi um at ferðafólk skulu kannast á sætta degi heldur enn tilmæli, sum støðan er í dag.

Hesum tók løgmaður ikki undir við. Hann segði, at tilmælini eru orsøkin til, at støðan er so góð sum hon er í dag. Verður neyðugt at tvinga fólk til at verða kannað, ber tað til, sigur løgmaður.

- Um vit ynskja at fáa epidemilógina broytta, so vit kunnu stongja ymiskt og tvinga fólk til ymiskt. Tað kunnu vit fremja í verki. Higartil hava vit ikki hildið tað verið neyðugt, og mín vón er, at Føroya fólk ansar eftir sær sjálvum og sínum nærmastu, segði løgmaður á tingsins røðarapalli.

Hann hevur eina tiltrúgv til, at ungdómurin sum kemur heim til jóla fer at taka ábyrgd og fylgir tilmælunum.

Í løtuni eru tríggir positivir tilburðir av covid-19 í Føroyum og eingin hevur verið innlagdur í sambandi við korona í longri tíð. 64 fólk eru í sóttarhaldi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder