Innanlands

Løgmaður á ST-aðalfund

Løgmaður er í dag farin til New York, har hann skal luttaka á 77. aðalfundinum hjá ST

(Mynd: Løgmansskrivstovan)

(Mynd: Løgmansskrivstovan)

2022-09-18 19:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgmaður er í dag farin til New York, har hann skal luttaka á 77. aðalfundinum hjá ST. 

Týsdagin luttekur løgmaður, saman við flestu av heimsins leiðarum, til setanina av aðalorðaskiftinum í ST.

Umframt at luttaka í øðrum tiltøkum og fundum í samband við aðalfundinum, er ætlanin eisini, at løgmaður skal vitja virkið hjá Bakkafrost í New Jersey.

Hetta er fyrsta ferðin, at Bárður á Steig Nielsen løgmaður luttekur á ST-aðalfundi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder