Innanlands

Løgmaður á Bakkafrosti í New Jersey

Í dag byrjar ST-aðalfundurin í New York

(Mynd: Løgmansskrivstovan)

(Mynd: Løgmansskrivstovan)

2022-09-20 06:56 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í gjár vitjaði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, virkið hjá Bakkafrosti í New Jersey. Síðani 2018 hevur føroyska alifyritøkan havt eina sølu- og framleiðsludeild í USA. Hanus Jacobsen, ið er leiðari fyri sølu- og framleiðsludeildina, greiddi frá virkseminum hjá Bakkafrosti í USA.

- Føroyski útflutningurin er í løtuni í einari broytingartíð. Okkara útflutningur eystureftir er minkaður. Tað hevur tí stóran týdning at styrkja og menna bæði verandi og nýggjar marknaðir. Við bøttu flutningsmøguleikunum og einum alsamt vaksandi eftirspurningi úr USA, vænti eg, at føroyski útflutningurin til USA fer at vaksa komandi árini, heldur Bárður á Steig Nielsen.

[object Object]
Løgmaður og Hanus Jacobsen, leiðari á sølu- og framleiðsludeildini hjá Bakkafrosti í USA

Løgmaður var í gjár eisini á fundi við danska ST- sendimannin í New York, Martin Bille Hermann. Partarnir umrøddu russisku innrásina í Ukrainu, sum fer at seta sín stóra dám á ST-aðalfundin í ár. Eisini var støðan í Arktis á skránni. Tað er ikki óhugsandi, at Arktis komandi árini fer at fylla meira á dagskránni hjá ST.

Mánakvøldið var móttøka á danska skúlaskipinum, sum í løtuni liggur í New York. Á móttøkuni vóru bæði politikarar og vinnulívsfólk.

Í dag verður Bárður á Steig Nielsen saman við flestu av heimsins leiðarum hjástaddur, tá ið aðalorðaskiftið í ST byrjar.

Kelda: Løgmansskrivstovan

[object Object]
Martin Bille Hermann, danskur ST-sendimaður, og løgmaður

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder