
- Sjálvt um vit sum heild eru væl nøgd við skipanina, so hevur skipanin nú verið virkin áleið eitt ár, og ein tílík skipan skal eftirmetast leypandi, soleiðis at hon best tænir borgarunum, sum dagliga brúka tunlarnar
Hetta sigur Atli S. Justinussen, virkandi borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, eftir at borgarstjórarnir í Klaksvíkar, Hvannasunds og Viðareiðis kommunu hava havt fund fyri at gera upp, hvussu støðan er viðvíkjandi ljósskipainini.
Heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu skrivar, at niðurstøðan frá fundinum var, at flestu borgarar eru glaðir fyri skipanina og ikki vildu verið ljósskipanina fyri uttan.
- Serliga er skipanin góð fyri trygdini í tunlunum, ikki minst nú summarið nærkast, og bæði ferðafólk og tung ferðsla fer at koyra gjøgnum tunlarnar.
Borgarstjórarnir í teimum trimum kommununum viðgjørdu eisini á fundinum tær áheitanir, sum borgarar norðafyri tunlarnar vóru komnir til teirra við, og samdust um trý ítøkilig uppskot, ið kunnu betra um ferðsluna.
Tey snúgva seg um, at skipanin verður sløkt leygardag og sunnudag í vetrarhálvuni frá 1. oktober til 30. apríl, at ljósskipanin skal virka frá klokkan 07:00 til 19:00, ístaðin fyri frá klokkan 06:00 til 20:00, og at betri skelting verður sett upp við tunnilsmunnan, sum greiðir frá, hvussu skipanin virkar. Til dømis í Klaksvík kann skelti vísa, at tunnilin er opin kl. 17:07, 17:22, 17:37 og 17:57.
Hesi uppskot til tillagingar eru send til Landsverk.
Borgarstjórarnir á Viðareiði og í Hvannasunds kommunu, umframt virkandi borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu: Marita Sumberg, Katrin Næs og Atli Justinussen (Mynd: klaksvik.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald