Innanlands

Lítil eldsbruni í Svimjihøllini í Gundadali

Skammlop var í lampustaði, men sløkkiliðið var skjótt á staðnum og sløkti áðrenn eldurin fekk breitt seg

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-09-16 22:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyri einum tíma síðani komu boð um eld í Svimjihøllini í Gundadali. Talan var tíbetur um lítlan eld, sum fólk frá Tórshavnar Sløkkiliði skjótt fingu sløkt.

Vaktleiðarin á politistøðini í Havn greiðir frá, at tað vísti seg at vera skammlop í lampustaði við starvsfólkainngongina.

Eldurin hevði ikki breitt seg, so skaðin gjørdist ikki so stórur sum hann annars kundi verið.

Fráboðanin kom klokkan 21:21, og klokkan 21:34 var eldurin sløktur, upplýsir løgreglan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder