Hósdagin 17. oktober letur Edith Mørkøre upp listaframsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði.
Plantur, trø og vøkstur hava altíð givið listakvinnuni íblástur og tað er afturvendandi í flestu av verkum hennara á framsýningini.
Edith sigur soleiðis: “Umframt at vera hugtikin av plantum, trøðum og vøkstri í sær sjálvum so eri eg upptikin av speglingini millum ”fólk, lívið og støðum ein er í” og so ”plantum, trøðum og trivnaðinum vøksturin er í”.
![]()
Ferniseringin er hósdagin 17. oktober millum kl.16.00 og 19.00. har bjóðað verður gott til góman. Øll vitjandi hava møguleika at fáa eina plantu heim við sær, sum listakvinnan hevur planta í umhvørvisvinarligar, brúktar kaffikoppar.
Fríggjadagin 18.oktober millum kl.13.00 og 19.00 verður Edith eisini til staðar. Síðani er framsýningin opin sum vant í Ribarhúsi:
Leygardag frá kl.11.00 til 14.00 og mána- til fríggjadag frá kl.15.00 til 17.30 fram til 5. novenber.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald